Rashford gevur avboð til enska landsliðið

Ongland spælir EM-undankappingardystir móti Italia og Ukraina í hesi vikuni

Enska landsliðið má klára seg uttan áleyparan hjá Manchester United, Marcus Rashford sum annars hevur skotið nógv mál fyri United seinastu mánaðarnar.

 

Marcus Rashford stríðist við ein lítlan skaða, og tí hevur hann valt at geva avboð til enska landsliðshópin hesaferð.

 

Ongland spælir EM-undankappingardyst móti Italia á útivølli komandi hóskvøld, og komandi sunnudag spælir Ongland EM-undankappingardyst móti Ukraina á Wembley leikvøllinum í London. 

 

Miðvallarin hjá Chelsea, Ma­son Mount hevur eisini givið avboð til enska landsliðið, og tað hevur málverjin hjá Newcastle, Nick Pope eisini gjørt. Fraser For­ster hjá Tottenham avloysir Nick Pope.