Rás2 vitjar Jehova

Í seinnapartssendingini á Rás2 í dag verður vitjað í Ríkissalinum hjá Jehova Vitnum

Um vikuskiftið koma umleið 300 Jehova Vitni úr Noregi og Svøríki til Føroya í sambandi við árligu økisstevnuna, men hvat gera limirnir í samkomuni, hvussu verða tey móttikin, tá tey ganga húsagongd, og hví verða summir limir útstoyttir?

 

Hesir eru nakrir av spurningunum, ið verða settir, tá Rás2 í dag fer at vitja í hølunum hjá Jehova Vitnum Yviri við Strond í Havn.

 




Í seinnapartssendingini í dag verður eisini prátað við Jógvan Hansen um nýtt skeið í agumentatión, sum Setrið nú bjóðar.

 




Harafturat ber til at frætta um nakað av tí, ið hendir um vikuskiftið kring landið, og sum vanligt er tátturin Spyr Vertirnar eisini partur av seinnapartssendingini.

 




Rás2 Seinnapartur byrjar klokkan 13.00.