Rás2 sigur frá tveimum effodeildsdystum í dag

Hilmar Jan Hansen sigur frá B36-TB, og Tróndur Arge sigur frá NSÍ-HB

Stórur fótbóltssunnudagur verður aftur á Rás2 í dag.

 

Tróndur Arge sigur frá NSÍ-HB, sum byrjar klokkan 15, og Hilmar Jan Hansen sigur frá B36-TB, sum eisini byrjar klokkan 15.

 

Signar Í Homrum fer at koma inn frá Margáum við uppdateringum um EB/Streymur-Víkingur, sum byrjar klokkan 16, og Ólavur Larsen fer at uppdatera frá ÌF-Kí, sum byrjar klokkan 15.

 

Heri Simonsen byrjar sendingina klokkan 14.15. Vit fara at hoyra prát við Palla Augustinussen (FC Suðuroy) og Nikolaj Eriksen (AB). Vit hoyra eisini frá KÍ-fjepparunum í Fuglafirði, og frá øðrum fjepparum eisini.

 

Í "Triðja hálvleiki" ber aftur í dag til hjá lurtarunum at vinna tvey atgongumerki til Føroyar-Grikkaland, EM-undankappingardystin, sum verður á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni. Tað ber til við at smsa til 55 99 99 eina góða, speiska ella stuttliga viðmerking um dystirnar í hesum umfarinum. Besta smsið vinnur atgongumerkini til EM-undankappingardystin 13. juni.