Rás2 fer veruliga at spíla seg út við ólavsøku-fótbóltinum. AB, B36 og HB hava øll heimavøll ólavsøkudagarnar.
Tróndur Arge sigur frá AB-EB/Streymi í kvøld klokkan 19. Sorin Anghel verður viðmerkjari til tann dystin. Sorin spældi í nógv ár við EB/Streymi. Í ár spælir Sorin við AB, men hann er leikbannaður til dystin millum AB og EB/Streym.
Tróndur Arge sigur somuleiðis frá B36-ÍF, ólavsøkuaftan klokkan 18.30 og HB-NSÍ ólavsøkudag klokkan 16. Helgi L. Petersen verður viðmerkjari til dystirnar, sum verða spældir í Gundadali ólavsøkudagarnar.