Rás2 sigur frá Skála-B36 í dag

Dysturin byrjar klokkan 16 seinnapartin. Sendingin byrjar klokkan 15

Klokkan 16 verður fyrsti dysturin í øðrum umfari í effodeildini bríkslaður í gongd. Uppflytaraliðið, Skála tekur ímóti føroyameistarunum, B36.

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.


Sendingin byrjar klokkan 15, har vit fyrst endurhoyra fótbóltspanelið, sum var sent ígjár. 

 

Í sendingini fer Ràs2 eisini at fáa fatur í úrslitunum í fyrsta umfarinum í 1. deild, umframt at fylgt verður við í gongdini í hálvfinaluni hjá U19 kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum klokkan 16 í dag spælir hálvfinalu ímótti Lettlandi í Challenge kappingini, sum er í Georgia í hesum døgum.