Klokkan 18 verður grannauppgerð í Kollafirði millum KÍF og VÍF í FTZ deildini, har bæði liðini kappast um at seta seg á seinna FM-finaluplássið. Bæði liðini hava undan dystinum 13 stig hvør. Níggju stig eru upp til suverena oddaliðið, H71, sum er á odda við 22 stigum fyri 11 dystir.
Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum KÍF og VÍF á Rás2.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður o.a. frá dystinum kemur út á in.fo seinni í kvøld.