Tróndur Arge sigur frá dystinum Ungarn-Føroyar á Rás2 í kvøld. André Olsen verður viðmerkjari, og vit fara eisini at fáa viðmerkingar frá Jákupi Ósá. Sendingin byrjar klokkan 18.30. Neli Heldarskarð verður vertur. Í upptaktini hoyra vit innsløg, sum Tróndur Arge, André Olsen og Heri Simonsen hava gjørt.
Aftaná dystin verður "Triði Hálvleikur" á skránni, har prátað verður við føroysku venjarararnar og føroysku spælarararnar.
Luratarar kunnu senda eitt sms inn til 559999, og geva eitt boð uppá úrslitið í kvøld. Dysturin Ungarn-Føroyar byrjar klokkan 19.45. Rás2 hoyrist á www.midlar.fo, á FM 95,9, FM 88,7, og á FM 98,7.
Til ber eisini at fylgja dystinum her á in.fo.