Rás2 sigur frá B36-TB og AB-FC Suðuroy

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 14

Tað verður aftur nógvur fótbóltur á Rás2 í dag.

 

 

Klokkan 14 = André Olsen og Tróndur Arge meta um umfarið hesaferð. Aftaná tað hevur Heri Simonsen nøkur upptaktsprát, og dómaraseðlarnir koma ígjøgnum.

 

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum B36-TB, og Tróndur Arge sigur frá dystinum AB-FC Suðuroy. André Olsen verður heimildarmaður til dystin NSÍ-HB. Vit kunna um gongdirnar í dystunum EB/Streymur-Víkingur, og ÍF-KÍ.

 

 

Lurtararnir hava møguleika at senda eitt gott, stuttligt ella speiskt sms inn til 559999. Besta smsið í dag vinnur tvey atgongumerki til dansibandskvøldi hjá AB í høllini á Hálsi leygarkvøldið 26. september 2015. Við eru Georg eystan Á, Halleluja Sofus, Rannvá Vesturklett, Sunrise, Hans Jacob Hjelm og Norrøna Dansiband. Vit hoyrast á FM 88,7, FM 98,7 og á www.midlar.fo.

 

 

Til ber eisini at fylgja dystunum í effodeildini her á in.fo