Tá ið streymurin fór í morgun, fekk sendarin hjá Rás2 í Nólsoy brek sum elvd til, at Rás2 og Lindin ikki fingu sent.
Fólk fóru beinanvegin í holt við at umvæla brekið og tað eydnaðist partvís stutt eftir, at streymurin var afturkomin.
Sostatt hoyrast bæði Rás2 aftur sum vanligt. |
Hinvegin var brekið á sendaranum hjá Lindini størri enn so og tað eydnaðist ikki at umvæla tað í hesum umfari. Farið verður eftir tí sum skjótast og sum skilst er væntandi, at Lindin sendir aftur í morgin, týsdagin










