Víkingur spælir í kvøld fyrra dystin av øðrum undanumfari móti norska liðnum Tromsø IL, ið til dagliga leikar í næstfremstu norsku deildini.
Til ber at hoyra dystin beinleiðis á Rás 2 frá klokkan 19:00, tá dysturin byrjar.
Tað verður Hilmar Jan Hansen, ið kemur at siga frá dystinum á Svangaskarði.










