Tað gamla lagið hjá Simon og Garfunkel er komið aftur til heiður og æru í Norðurírlandi, nú landsins fyrstiráðharri noyddist frá, tí kona hansara hevði verið honum ótrúgv og harafturat misbrúkt sína støðu sum tinglimur til egnan fyrimun.
Peter Robinson kunngjørdi í gjár, at hann fer úr ráðharrastarvinum fyribils. Konan, Iris Robinson, hevur longu sagt tingsessin frá sær og er farin í viðgerð fyri sálarligar trupulleikar.
Gølan tók seg upp, tá tað kom fram, at tann 61 ára gamla Iris Robinson hevði havt kynsligt samband við ein 19 ára gamlan mann. Harafturat hevði hon útvegað honum 400.000 krónur, so hann kundi keypa eina matstovu, og sjálv hevði hon fingið 40.000 krónur burturúr.