Leyst tilfar er raplað undan loftinum í tunlinum til Fámjin. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, greiðir frá, at hettar hendi innast í tunlinum, har borað verður. Øll trygdartiltøk vóru fylgd, og tí hendi eingin mannskaði.
Lopið komst av, at lummar við øsku liggja í fjallinum, og tað er trupult at síggja hesar, áðrenn man kemur fram á teir.
Tað er eingin loyna, at jarðfrøðin í fjallinum er sera avbjóðandi, hettar visti tey frammanundan, og tað kann merkja, at tunnilin verður seinkaður, men enn er ov tíðliga at siga nakað um tað.










