Ransin fekk silvurmedalju

Tað er ikki einans í ítróttinum at medaljur verða lætnar. Ransin Napoleon Djurhuus í Havn, sum eru í læru sum bygningsmálari hjá málarafyritøkuni Falkenberg, fekk karakterin 10,0 og bronsumedalju tá hann gjørdi sítt sveinastykki á Tekniska Skúlanum í Gladsaxe í døgunum 4. til 13. juni 2007.

Uppgávan hjá honum var m.a. at blanda ymiskar litir og at mála ein bás við hurðum og vindeygum. Hetta arbeiði var so væl úr hondum greitt, at hann fekk bronsumedalju, sum bert verður givið fyri sera gott avrik.


Silvurmedalja verður eisini latin, men tað eru bert tveir málarar, sum hava fingið silvur síðan 1989.


Ransin skal møta á ráðhúsinum í Keypmannahavn seinni í summar, tá hann verður heiðraður av drotningini.