Rannvá Álaberg hevur givið út eitt nýtt staklag, ið hevur fingið heitið "Einglaveingir". Hetta er triðja staklagið hjá sangkvinnuni.
Áður eru løgini "Tigandi tøgnin" og "Vitleys" komin út, ið bæði vóru væl móttikin og hava verið nógv at hoyrt. Stílurin er tó broyttur eitt sindur síðani, fyrsta lagið. Einglaveingir kann lýsast sum eitt upp tempo rokk/popp lag.
Rannvá eigur bæði orð og lag, og John Ivar Venned hevur lagt allan tónleikin til rættis og framleitt. Tey bæði arbeiða í einum tøttum samstarvið, og hava nógv løg liggjandi klár til upptøku.
Tónleikarnir ið eru við á hesi útgávuni eru:
John Ivar Venned - Guitar
Eyðun Johannesen - bass
Henning Nicodemussen - Trummur
Og Rannvá Álaberg - Sang og kór
Upptøkan var gjørd í Studio Bloch í Havn og Mikkjal Hvannastein hevur staðið fyri mixing og mastring.
Tað er plátufelagið TUTL, ið gevur lagið út.