Føroyski fótbóltsveteranurin, Rannvá B. Andreasen, spældi í kvøld sín seinasta landsdyst fyri Føroyar, og hon kundi valla fingið ein betri enda upp á landsliðskarrieruna, nú hon tryggjaði Føroyum 1-1-javnleik í venjingardystinum ímóti Estlandi.
Dysturin varð leiktur á Tórsvølli uttan áskoðarar vegna tilmælini í samband við Corona-virus.
Fyrsta málið kom eftir einum tíma, tá ið Estland legði seg á odda 1-0 eftir at tær gagnnýttu eitt mistak í uppspælinum í føroysku høgru síðu.
Tíggju minuttir fyri leiklok varð Rannvá B. Andreasen sett á vøllin, og hon gjørdi tað, sum hon dugir best - nevniliga at skjóta mál. Tríggjar minuttir fyri leiklok fekk hon prikað eitt óbeinleiðis fríspark, sum hon lyfti hegnilsiga í tvørtræið og inn.
Hon tryggjaði harvið Føroyum 1-1-javnleik í hesum dystinum, sum er liður í fyrireiking til EM-undankappingina, sum heldur fram í næstum. Føroyar spæla næsta dystin á útivølli ímóti Wales 9. apríl.