Rannvá og Finnur gullskødd

Rannvá Andreasen úr KÍ og Finnur Justinussen gjørdust toppskjúttar hjá ávikavist kvinnum og monnum, og fyri tað fingu tey hvør sín gyltan skógv. Rannvá fekk sín nummar átta, meðan hetta var tann fyrsti hjá Finni – men ikki tann fyrsti í húsinum

Fótbóltur

Í kvinnukappingini hevur Rannvá Andreasen verið væl drúgvasti málskjúttin við 28 málum. Enntá áttu føroyameistararnir í KÍ eisini næstbesta málskjúttan, ið var Sofía Purkhús við 21 málum, meðan Mona Breckmann frá steypavinnarunum í AB var triðbesti málskjúttin við 12 málum.
– Vit skapa nógvar kjansir, so tað er nokk so lætt at skora hjá okkum. Nú er hetta áttandu ferð, at eg vinni henda heiðurin, so verjuspælararnir eru nokk ávaraðir, men so er bara at blíva við, tí vit koma altíð til kjansir, segði Rannvá Andreasen.
Hjá monnunum gjørdist Finnur Justinussen úr Víkingi toppskjútti við 19 málum. Arnbjørn T. Hansen í EB/Streymi var næstbestur við 17 málum og á triðja plássi kom Ahmed Keita í B68 við 15 málum.
– Hetta er vinstri skógvur, so næsta ár fari eg at royna eftir einum skógvi til høgra fót. Eg má bara finna upp á okkurt nýtt, so verjuspælararnir hjá hinum liðunum ikki skulu vita, hvussu teir kunnu forða fyri, at eg fái øll hasi málini, sum eru úrslit av nógvum arbeiði, segði Finnur Justinussen.
Ikki kann sigast annað, enn at hann er væl á veg at »fylla skógvarnar« hjá pápa sínum, Símun Peturi Justinussen, ið tríggjar ferðir var toppskjútti í bestu mansdeildini og eigur ein gullskógv sum prógv um máltevið.
– Hetta er stórt. Nú havi eg bókstaviliga í 17 ár hugt at hasum skógvinum hjá pápa mínum, so tað er øgiliga stuttligt at kunna fáa mín egna, segði Finnur Justinussen, ið hevði eitt sera gott kvøld í Bowlinghøllini í Havn í gjárkvøldið, tá hann eisini kundi taka steypið fyri ársins stjørnuskot við sær til hús.