Rannvá Andreassen byrjaði dystin ímóti Isle of Man á beinkinum. Hon var ein av spælarunum, sum landsliðsvenjarin vildi spara til dystin ímóti Álandi mánadagin.
Men tað mundi endað galið, tá ið Rannvá kom á vøllin eftir ein tíma. Eftir at hon hevði spælt á vinstra miðvølli í eitt korter, trakaði hon skeivt í einum nærdysti og noyddist út at fáa viðgerð.
Fóturin varð køldur av við ísi fyri at minka um avleiðingarnar av snuddinum, og Rannvá kom ikki á vøllin aftur.
Roknað varð við, at Rannvá var klár at spæla dystin ímóti Álandi seinnapartin mánadagin.