Rannvá Jarnskor í Tasmania

Rannvá Jarnskor er 16 ár, og er úr Havn. Í juli í ár gekk leiðin hjá henni til Tasmania, tað var ein 25 tíma langur og drúgvur túrur, men hon kom so uppá pláss 6.juli. Hon er við felagsskapinum STS (Student Travel Schools)

Hon hevur tað sera gott, hon hevur sera gott samanhald við familjuna og skúlin er góður, men tó eitt sindur strangur. Hon býr í Glenorchy, ið er ein partur av Hobart. Tá hon fer í skúla, koyrir hon tíggju minuttir við buss til skúlan í Sandybay.

Eg siti ongantíð í frið, tí tað hvønn dag hendur okkurt nýtt og spennandi, sigur Rannvá

Skúlin er strangur

Rannvá gongur á einum katólskum gentuskúla sum eitur Mount Carmel. Har ganga umleið 500 gentur frá barnagarði til og við 10.flokk. Hon roknar ikki við at nógvar føroyskar gentur høvdu klára at gingið í skúlanum, tí at tað er ikki loyvið at hava litað hár, ei heldur strípur og tað er heldur ikki loyvið at brúka nakrar sminkur á andlitinum.

Øll ganga í skúlabúnað og tá man skal út úr flokstovuni skal man hava undirskrift frá lærarnum. Men tað er bara til jólar, sum er summarfrítíðin hjá teimum. Í feburar tá skúlin byrjar aftur, skal hon ganga á Guilford Young College, har eru bæði gentir og drongir á skúlanum, og har er ikki so strengt. Har skal hon ganga til í mai mánað.

 

Nógv at gera í frítíðini

Tað er nógv at gera í fríðtíðini, til dømis spælir hon nógvan fótbólt. Hon spælur við South Hobart og við Tasmanien Southern Team. Tað er nógv at takast við í frítíðini, tað er stuttur túrur oman í býin, so har er hon ofta. Tað eru umleið 20 gradir hvønn dag nú uppundir jól.

Í summar skal eg til Sydney og Adlelaide. Eg eri sera spent, sigur Rannvá.

Leygardagin 27. Okt skal hon til Melbourne at hyggja eftir einum sangleikið sum tey flestu kenna “Phantom of the Opera”

Hon er einasti føroyingur sum reisti handan langa teinin við STS, men tey eru umleið 50 børn til samans frá øllum Evrorpa í Australia. Hósat um hon er einasti føroyingur, hevur hon tað gott og trívist.

Fyrst í juni gongur leiðin heimaftur til oyggjarnar vónandi eftir eitt langt og stuttligt tíðarskeið.