BYRSUSKJÓTING
Treytirnar fyri, at ein kapping í byrsuskjóting kemur endaliga á skránna á Oyggjaleikunum á Álandi er, at í minsta lagi seks skjúttar úr í minsta lagi fýra oyggjasamfeløgum eru tilmeldaðir. Og í eina tíð hevur hetta júst verið talið á tilmeldaðu skjúttunum í kappingini hjá kvinnum í greinini, sum nevnist sporting.
Hetta kom sera væl við hjá 35 ára gomlu Rannvá Eiriksdóttir, sum er ættað av Norðskála, men býr á Álandi. Upprunaliga var hon tikin út til kappingina hjá kvinnum í skeet, men tann kappingin er longu dottin niðurfyri. Síðani var sporting ein møguleiki, sum nú tíverri hongur í einum klønum tráði.
– Eg havi ikki skotið í meira enn eitt ár, men málið hevur alla tíðina verið at komið við á føroyska oyggjaleikalandsliðið, sum skuldi kappast júst her á Álandi. Men sum nú er, røkist einki fyri, at tað yvirhøvur verður nøkur byrsukapping hjá okkum kvinnum, sigur Rannvá.
– Nú vísir tað seg, at ein skjútti úr Caymanoyggjunum helst fer at taka tilmeldingina aftur, og so eru vit bara fimm skjúttar eftir, og tað er ein ov lítið. Vit royna allar at gera vart við okkum, so einki spyrst burtur úr hesari frámeldingini, men tað sær ikki gott út í løtuni.
Bitin av skjóting
Nú Rannvá hevur kastað seg út yvir byrsuskjótingina, ber neyvan heldur til at rokna við øðrum, enn at hon hevur ein sera góðan lærumeistara og venjara, nú Lennart jú er oyggjaleikameistari og tí man duga tað nógva av tí, sum vert er at duga við einari byrsu.
– Jú, hann dugir væl at læra frá sær og veit sjálvandi nógv. Men tað er galdandi fyri tey allarflestu, sum eg skjóti saman við, at tey eru øgiliga hjálpsom, og eg eri fullkomuliga bitin av skjótingini, sigur Rannvá Eiriksdóttir, sum skjýtur við einari byrsu, hon hevur fingið frá pápa sínum.
– Eg fekk byrsuna í august, og eftir at eg í januar fekk hana rættaða til, so hon passaði ordiliga til mín, havi eg drivið á við skjótingini. Her er eisini ein onnur kvinna við, sum hevur skotið í eini 10 ár, so tað eru ikki bara mannfólkini, sum eru við í hesi ítróttargreinini, hóast vit ikki eru nógvar kvinnur.
Sum sagt, so røkist tíverri einki fyri, at tað verður til oyggjaleikaskjóting fyri hennara viðkomandi í summar, men hon væntar, at so fer hon bara at gera tað meira við aðrar kappingar, eitt nú í Finnlandi og Svøríki, sum álendsku skjúttarnir javnan fara til. Framstig ger hon alla tíðina, og nú rakar hon 20 av 25 leirdúgvum, tá tað gongst væl.
Minnir um Føroyar
Søgan um, hvussu Rannvá Eiriksdóttir yvirhøvur endaði á Álandi, er samstundis ein søga um bæði byrsuskjóting og oyggjaleikir, tí tað var á Rhodos fyri tveimum árum síðani, at hon møtti sjeikinum, Lennart Åkerblom, sum tá vann gull í skeet hjá monnum.
– Eg møtti honum, áðrenn hann var farin í gongd við skjótikappingina á Rhodos, og restin er søga. Vit møttust har niðri, og í mars árið eftir flutti eg til Álands, greiðir Rannvá frá. Tey bæði búgva miðskeiðis á Álandi, einar 20 kilometrar uttan fyri høvuðsstaðin, Mariehamn.
– Tað er nokk so nógv øðrvísi enn heima í Føroyum, tí tú sært ikki ordiliga grannahúsini, tí her eru jú trø allastaðni, so einastu hús tú sært, eru tey, sum standa fram við vegnum. Men annars líkist samfelagið nógv tí føroyska upp á tann mátan, at øll kenna øll, tí her eru smá viðurskifti.
Vit kunnu so leggja aftrat, at henda fitta sólskinssøgan um, hvat einir oyggjaleikir kunnu føra til, fær eitt nýtt kapitul í summar, tá Rannvá og Lennart fara at giftast.