- Arbeitt hevur verið í fýra vikur, og fleiri áhugaverd og heldur óvæntað úrslit spurdust burturúr, sigur Føroya Fonrminnissavn
Leygardagin hin 18. juli var seinasti arbeiðsdagur á útgrevstrinum í kirkjugarðinum heima á Sandi.
Arbeiðið byrjaði 16. juni og vardi í fýra vikur. Arbeitt hevur vanliga verið millum kl. 9 og 16:30. Neyðugt hevur tó verið at havt longri arbeiðsdagar við hvørt, eins og arbeitt hevur verið onkrar leygardagar eisini.
Men í ár hevur viðrað væl ? eingin dagur er farin burtur ímillum vegna veður, og fyrri parturin av arbeiðsumfarinum var framúr góður til veður, siga tey á Fornminnissavninum.










