Rannsókn í Premier League

Dagligur leiðarin í Newcastle er handtikin, meðan West Ham og Chelsea eru eisini nevnd

Skattamynduleikarnir í Onglandi hava í dag gjørt rannsók í tveimum Premier League feløgum, meðan hugt verður nærri at einum triðja felagið. Talan er um Newcastle, West Ham og Chelsea, skrivar bretskir miðlar í dag.

 

Newcastle vann í gjár rættin til at spæla í Premier League, men umstrídda felagið hevur í dag fingið keðiligt boð. Dagligi leiðarin, Lee Charnley, er handtikið, meðan hald er lagt á fleiri skjøl. Í West Ham er eisini hald lagt á fleiri skjøl, og felagið hevur boðað frá, at tað samarbeiður við skattamynduleikarnar.

 

Bretskir miðlar skriva, at skattamynduleikarnir serliga kanna avtalur um keyp og sølu av spælarum við fronsk feløg – har tað serliga snýr seg um Marseille. Í Fraklandi eru fýra umboðsmenn eisini handtiknir, verður sagt. Newcastle keypti millum annað fleiri spælarar úr Fraklandi í tíðini frá 2013 til 2015.

 

Chelsea hevur eisini fingið eina áheitan, um at lata skattamynduleikunum upplýsningar, men fyribils bendir einki á, at felagið er undir illgruna fyri skattasvik. Seinasta nýggja er, at talan er um skattasvik fyri upp til 50 milliónir krónur.