Rann undan løgregluni


 

Hósmorgunin varð ein maður í 30-unum stevndur fyri rættin. Hann er ákærdur fyri siðamisbrot.

Løgreglan upplýsir, at hetta er eitt gamalt mál, sum av góðum grundum ikki er komið fyri í rættinum enn.

Maðurin hevur nevniliga ikki møtt upp í rættinum til ta ásettu tíðina, tá málið skuldi koma fyri. Tí hevur løgreglan verið noydd at taka mannin, sum er úr Vágunum, og noyða hann til at møta upp.

Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa hendur á ákæruritinum.