Ranieri fingið sekkin

Claudio Ranieri hevur fingið sekkin minni enn 24 tímar eftir tapið móti Føroyum í EM undankappingini.

Claudio Ranieri hevur fingið sekkin minni enn 24 tímar eftir tapið móti Føroyum í EM undankappingini.

 

Tað skrivar millum annað Sky Sports.

 

63 ára gamli Ranieri fekk boðini í dag, eftir at Grikkaland í gjárkvøldið tapti 0-1 móti Føroyum.

 

EM vinnararnir frá 2004 eru nú niðast í sínum bólki við bert einum stigi eftir fýra dystum, og kunnu tí neyvan náa EM endaspælinum í 2016.

 

Ranieri stendur tó a odda fyri vinardystinum móti Serbia komandi týsdag.

 

Í eini fráboðan sigur griska fótbóltssambandið:

 

Tað var eingin annar møguleiki enn at enda samstarvið. Eftir oyðileggjandi úrslitið fyri tjóðarliðið, taki eg fulla ábyrgd fyri óhepna valinum av venjara.

 

Tað skrivar forsetin í griska fótbóltssambandinum, Giorgos Sarris.

 

Fótbóltssambandið sigur, at eingin nýggjur venjari enn er settur, og Grikkaland skal ikki spæla ein týdningarmiklan dyst aftur fyrr enn móti Ungarn komandi mars.

 

Ranieri tók við sum griskur landsliðsvenjari í juli, eftir at Grikkaland var við til HM í Brasilia, har teir leiktu seg fram til áttandapartsfinaluna.