– Tað er vert at royna.
Á Mariager eftirskúla ganga 64 gentur og 64 dreingir og ímillum teir 64 dreingirnar er ein gøtumaður. Síðan síðsta summar hevur Rani Hansen gingið í skúla í Mariager, sum er ein lítil býur tætt við Randers. Hóast tað hart at flyta uttanlands, er hann sera glaður fyri hann tók avgerðina um at fara á eftirskúla í eitt ár. Hann hevur upplivað nógv og hevur fingið vinir fyri lívið.
– Tað sum eg legði fyrst merki til við teimum ungu her, var, hvussu høgt tey ganga upp í merkiklæðir og uppí, hvussu nógvar pengar tey brúka,’ sigur Rani.
Hann býr saman við trimum øðrum næmingum á skúlanum og stórtrívist við ítrótti og ymsum aktivitetum aftan á skúlatíð.
Fyrra hálvárið hevur hann upplivað eina rúgvu. Í ár arbeiða tey á skúlanum upp á ein sjónleik og eisini verður skipað fyri ferðum til Italia, Eysturíki og Grikkaland.
– Hetta hevur verið eitt serligt ár fyri meg, og eg vil mæla øllum at flyta heimanífrá í eina tíð, sigur gøtumaðurin Rani á Mariager eftirskúla í Danmark.