Spenningurin í toppinum í skotsku landskappingini øktist um vikuskiftið, eftir at Celtic tapti á útivølli ímóti Aberdeen. Samstundis eydnaðist tað Rangers at vinna sín dyst ímóti Falkirk, og nú eru bert tvey stig á muni millum liðini. Celtic og Rangers spæla aftur ímóti hvørjum øðrum á Celtic Park tann 14. februar.









