Randers FC, har føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson Olsen, spælir við, byrjaði í kvøld kappingarárið í Superliguni, tá teir á útivølli spældu móti FC Midtjylland.
Og fyri Randers má byrjanin sigast at vera góðkend. Randers fekk nevniliga eitt stig við sær úr Herning, tí dysturin endaði við 2-2 javnleiki. FC Midtjylland hevur annars seinastu árini verið millum sterkastu heimaliðini í donsku kappingini, og eru tað tí ikki nógv, ið fáa stig við sær úr Herning.
Brandur Hendriksson Olsen, sum í gjár varð kunngjørdur í Randers FC, var ikki í hópinum hjá Randers FC í kvøld. Hetta er helst tí at Brandur ikki byrjaði í danska felagnum fyrrenn í gjár.
Í FC Midtjylland er eisini ein ungur, evnaríkur føroyskur leikari. Tað er U-21 landsliðsleikarin Jákup Thomsen, sum í fleiri venjingardystum hevur fingið spælitíð á besta liðnum. Hann var tó heldur ikki í hópinum hjá FC Midtjylland í dag.