UPPTAKT
Inntil fyri tveimum vikum síðani var NSÍ oddalið. Um tað hevði havt gingið eftir vild hjá teimum, so hevði dysturin ímóti B68 í morgin verið næstsíðsta stigið ímóti fyrsta FM heitinum. Soleiðis tørnaði tað ikki út. NSÍ tapti ímóti HB, og hóast møguleikin spøkir, at HB so at siga skal detta um beinini á sær sjálvum ímóti EB/Streymi í morgin, so verður í Runavík ikki roknað við øðrum realistiskum møguleika, enn at HB verður meistari, og at NSÍ og KÍ skulu stríðast um silvurmerkini.
Tað, sum fyri tveimum vikum síðani sá út til at gerast framúr kappingár hjá NSÍ, verður kortini ikki mett sum miseydnað. Við sigrinum í steypakappingini hevur liðið fyri fyrstu ferð spælt seg í UEFA Cup, og teir vinna ivaleyst fyri fyrstu ferð nakrantíð heiðursmerkir.
? Nú taka vit eina uppgávu í senn. Ímóti B68 verður tað ivaleysa strevið, og tað er í hvussu so er greitt, at vit mugu arbeiða nógv fyri at fáa øll stigini, staðfestir Jógvan Martin Olsen, toftamaðurin og fyrrverandi B68 spælarin, sum er venjari í Runavík.
Hjá NSÍ tykist kappingarárið vera liðugt hjá Ulrik Balling. Eftir týdningarmikla málið í steypafinaluni gjørdist hann ódrúgvur í landskappingini. Skaði í lærkrikanum hevur havt við sær, at hann als ikki hevur vant síðstu meiri enn fjúrtan dagarnar. Hinir NSÍ spælararnir verða allir tøkir í morgin.
Plástrið
Tá NSÍ var á Toftum var talan um satt drama. Dysturin endaði 1?1, eftir at B68 var komið framum, og í síðstu løtu var um reppið, at NSÍ fekk øll stigini. Men B68 málverjin bjargaði brotssparkinum hjá Sjúrði Jacobsen. Hevði NSÍ havt fingið mál uppá brotssparkið, so høvdu teir nú havt eins nógv stig sum oddaliðið HB!
Sum seinni partur av kappingarárinum er liðin, og tað er vorðið alt meiri greitt, at B68 ikki fór at verða partur av tí kappingini, sum tað undan summarsteðginum sá út til, so hevur ofta verið tikið til, at ein sigur í Runavík kundi verið gott plástur upp á sárið.
Nú er tann stundin komin til handa hjá toftamonnum. Men hóast teir vunnu sannførandi á VB, so kunnu teir avgjørt ikki metast at vera favorittar hesa ferð. Seinnu árini hevur tað verið torført hjá B68 í Runavík, og NSÍ avrikini síðani summarsteðgin hava verið væl betri enn tey hjá B68.
Hjá B68 er kappingarárið liðugt hjá Jan Petersen, sum hevur trupulleikar við hælsinuni. Fríðin Ziskason verður ikki við í morgin. Hann er leikbannaður eftir tvey gul kort og harvið útvísing longu í 1. hálvleiki ímóti VB.