Rambler Classic frá 1961

Bilurin á myndini er ein Rambler Classic árgang 1961 hjá Eigil Gunnarsson.

 

Hesin er ein stationcar til 7 ferðandi og koyrdi á bilstøðini Auto. Myndin er tikin í Hoyvík.

 

Fyrstu Rambler komu til Føroyar í 1960, og vórðu teir mest nýttir sum hýruvognar og til rutukoyring millum bygdir. Rambler vórðu framleiddir av American Motors Corporation í USA. Í Føroyum var tað Berg Motors, sum seldi Rambler.

 

Mynd: Eigil Gunnarsson