Tey flestu í Føroyum hava antin hoyrt um ella minnast amerikansku Rambler bilarnar, sum vóru ein týðandi partur av bilunum á føroysku vegunum í 60-unum.
Teir fyrstu Rambler komu higar í 1960. Talan var um Rambler Classic. Í 1964 komu teir fyrstu Rambler American, sum var tann minsti og bíligasti Rambler, og 1965 komu Rambler Ambassador, sum var tann flottasti, størsti og best útgjørdi Rambler. Teir væl umtóktu og nógv seldu Rambler Classic vórðu í 1967 avloystir av Rambler Rebel.
Rambler komu bæði sum sedan og sum stationcar. Tað vóru Berg Motors og Johannes Berg, um umboðaðu Rambler bilarnar í Føroyum.
Søgan um Rambler gongur heilt aftur til fyrst í 20 øld, tá fyritøkan Thomas B. Jeffery Company frá 1900 and 1914, gjørdu teir fyrstu bilarnar við navninum Rambler.
Eftir tað vóru Rambler yvitiknir av Nash Motor Company og skiftu til navnið Nash.
Í 1950 kemur Rambler navnið fram aftur, tá ein av bilunum hjá Nash Motor Company fær navnið Nash Rambler. Í 1954 verða amerikansku bilverksmiðjurnar Nash Motor Company og Hudson Motor Company lagdar saman til bilfyritøkuna American Motors Corporation. Nash og Hudson vóru tvey sjálvstøðug bilmerkir.
Bilarnir sum American Motors Corporation framleiða fáa nú aftur navnið Rambler, sum teir síðan nýttu til 1969. Frá 1970 skiftu Rambler navn til AMC, ein stytting av American Motors Corporation. Bilmodellini sum komu higar eftir 1970 vóru t.d. AMC Hornet, AMC Matador, AMC Javelin, AMC Gremlin, AMC Pacer og AMC Concord.
American Motors Company (AMC) yvirtóku eisini amerikansku Kaiser-Jeep í 1970, og fingu teir navnið AMC Jeep. Soleiðis blivu Berg Motors umboð fyri Jeep í Føroyum tey fyrstu árini. Best kendu Jeep frá tí tíðini eru helst Wrangler og Cherokee.
Í 1978 keypti franska Renault bilverksmiðjan American Motors. Renault og AMC høvdu tá í fleiri ár havt samstarv um ymisk bilmodell, t.d. koyrdu Renault bilar í onkrum londum við AMC logo og øvugt.
Renault seldu í 1987 American Motors til Chrysler Corporation, sum gjørdu enda á AMC og Jeep blivu til eina deild hjá Chrysler.










