Hevur tú verið á NEATA festivali fyrr?
- Ja, eg var við í Estlandi fyri fýra árum síðani.
Hví vilt tú vera við til festivalin?
- Tí eg havi spælt sjónleik í 7 ár og eg elski tað. Á festivalinum læra vit nógv frá hinum londunum og av teirra mentan. Tað er spennandi at síggja hini spæla, og eg vóni at kunna fáa íblástur og kunna brúka nøkur av teirra hugskotum. Festivalurin er eisini ein góður møguleiki at fáa nýggjar vinir.










