Rakul og Jana avrikaðu væl móti fremstu liðunum í Danmark

Ringkøbing og Viborg taptu fyri Team Esbjerg og Odense, men føroysku landsliðsleikararnir avrikaðu framúr

Liðini hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum og landsliðsleikaranum, Jana Mittún høvdu torførar dystir í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing tóku í Green Sports Arena móti greiða oddaliðnum, Odense sum hevur fult stigatal í deildini.

 

Odense var á odda 24-18 í steðginum, men við m.ø. einum góðum avriki hjá Rakul eydnaðist tað at halda Odense niðri á 10 málum í seinna hálvleiki. Tað endaði við einum 34-30 sigri til Odense, so Ringkøbing vann seinna hálvleik 12-10.

 

Rakul bjargaði 37 prosent av málroyndunum. Millum bjargingarnar var ein brotskastsbjarging.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á heimavølli í BIO CIRC Arena í Viborg 34-39 fyri verandi meistaraliðnum, Team Esbjerg, ið var á odda 18-15 í steðginum.

 

Jana skoraði fýra mál og legði upp til seks mál (assist). Harumframt vann hon liðnum eitt brotskast. Jana var sambært hagtølunum næstmest effektivi leikarin hjá Viborg.

 

EH Aalborg uttan Anniku F. Petersen, ið fer í barnsburðafarloyvi í næstum, og uttan Lív S. Poulsen tapti á útivølli 34-39 (16-20) fyri Ikast-Herning. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1Odense 2448
2Team Esbjerg2442
3Ikast Herning2442
4Nykøbing Falster2329
5Keypmannahavn 2328
6Viborg 2428
7Sønderjyske 2323
8Horsens2417
9Silkeborg-Voel 2416
10Ringkøbing 2414
11Bjerringbro2313
12Aarhus 2412
13EH Aalborg 2410
14Skanderborg 2410