Vestmanna bygdarráð hevur sett Rakul í Gerðinum í starv sum kvøldskúlaleiðarI.
- Sarita Eriksen, sum í mong ár hevur verið kvøldskúlaleiðari, hevur valt at takka fyri seg, og tí er tað at fegnast um, at ein onnur dugnaliga kvinna úr Vestmanna tekur við.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.
- Rakul er 44 ára gomul og búsitandi í Vestmanna. Hon hevur júst lokið prógv sum master í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya.
Hon er upprunaliga útbúgvin heilsurøktari og var forkvinna í Heilsurøktarafelagnum árini 2016 til 2022.
- Rakul hevur tí hollar leiðsluroyndir, samstundis sum hon kennir væl kvøldskúlaskipanina í bygdini, har hon hevur undirvíst í føroyskum, yoga og vøggusangi.
Hon tekur við starvinum sum kvøldskúlaleiðari hin 1. juli 2025, og hon gleðir seg at fara til verka.
- Eg veit, at tað eru nøkur kvøldskúlaskeið, sum eru serliga væl umtókt, og tey vóni eg kunnu halda fram leingi aftrat.
Rakul í Gerðinum sigur, at hon eisini kundi hugsað sær at fingið nøkur heilt nýggj og øðrvísi skeið á skrá komandi vetur, sum ikki eru roynd áður.
- Vit ynskja henni tillukku við starvinum og bestu eydnu við kvøldskúlanum, og vit takka samstundis Saritu Eriksen fyri trúðfesti og sítt íkast til bygdina, siga tey í Vestmanna kommunu.