Rakti meint tá Kaupthing rýmdi

At íslendska Kaupthing gjørdi av at gevast við fíggjarvirksemi í Føroyum, er ein av orsøkunum til ta gjaldføriskreppu, sum Fiskavirking er endað í. Sjálvt um raksturin hevur givið hall í trý ár á rað, hevur fyritøkan eftir øllum at døma ikki trupulleikar við solvensinum

Analysa

 

Um ikki ein vanlukka, so var tað eitt stórt bakkast fyri Fiskavirking – ella Faroe Seafood – at Kaupthing gjørdi av at gevast í Føroyum. Hetta er niðurstøðan hjá góðum keldum, sum Sosialurin hevur tosað við um bráðfengis gjaldføristrupulleikarnar, sum størsta føroyska útflutningsfyritøka er endað í.

Fiskavirking hevði alla rakstrarfíggingina í Kaupthing, men eftir at íslendski fíggingarstovnurin gjørdi av pakka saman í Føroyum, hevði stovnurin ongan áhuga í at halda fram við at fíggja raksturin hjá Fiskavirking. Hinvegin er tað heldur ikki nøkur haldgóð støða hjá einum fíggingarstovni at halda fram við hesi fígging, tí tað krevur tætt og beinleiðis samstarv millum fyritøku og fíggjarstovn, tá talan er um rakstrarfígging. Og nú Kaupthing ikki longur hevur deild í Føroyum, er hesin tættleiki burtur. Og tá Kaupthing letur aftur her, er tað ein strategisk avgerð, sum merkir, at ætlarnir eisni eru um, at verandi virksemi verður avviklað.

Eftir øllum at døma hevur Eik Banki ikki per automatikk viljað yvirtikið ta stóru rakstrarfíggingina, ið ein fyritøka sum Fiskavirking hevur brúk fyri, og tað er júst hetta, sum er atvoldin til djúpu gjaldføriskreppuna hjá fyritøkuni, nú Kaupthing ikki vil økja um debitorfíggingina.

Um fyritøkan hevði havt eitt passandi avlop í rakstrinum, so hevði Eik Banki uttan iva bjóðað seg tikið yvir, og tí ber til at gera ta niðurstøðu, at tað fyrst og fremst er tann tungi raksturin, ið hevur koyrt fyritøkuna fasta. Hinvegin, so er keldan hjá Sosialuninum sannførd um, at um Kaupthing var verandi í Føroyum, hevði tað uttan stórvegis trupulleikar verið møguligt at økt um rakstrarfíggingina, so leingi fyritøkan er solvent, og tað er hon framvegis. Nakað annað er so, at fallandi fiskaprísir, samstundis sum oljuprísirnir blíva við at hækka, hava gjørt støðuna sera trupla fyri stóran part av fiskivinnuni.

Eik Banki hevur (enn) onki at gera við rakstrarfíggingina hjá Fiskavirking at gera, men fyritøkan kemur ikki uttan um føroyskat peningastovnar, hvat rakstrarfígging viðvíkur, og tí er lítið at ivast í, at tað verður Eik Banki – ið sum kunnugt keypti virksemið hjá Kaupthing í Føroyum – ið fær hendan leiklutin. Og í og við at nevndarformaðurin í Eik, Frithleif Olsen, í gjár varð valdur í nevndina hjá Fiskavirking, so er hetta eitt týðuligt tekin um, at Eik hevur fingið eitt avgerandi orð at siga og beinleiðis fer at ávirka tær avgerðir, sum fyritøkan frá nú av fera at taka.

Spurningur er so, hvussu tað fer at ávirka leiðsluna í Fiskavirking, nú øll nevndin fekk durafjórðingin í gjár. At øll nevndin verður koyrd heim í senn, er rættiliga óvanligt, uttan so at ein fyritøka verður seld, og tað er altso ikki talan um í hesum føri – enn í hvussu er. Tí má tað takast sum eitt týðuligt um, at partaeigararnir hava mist álitið á nevndarlimunum. Spurningurin er so, um leiðslan framvegis hevur álit millum eigararnar.

Upp á hendan spurningin svaraði nývaldi nevndarformaðurin, Richard Mortensen:

- Leiðslan hevur fullan stuðul í nevndini.

Hvat kunnu tit gera, sum tann gamla nevndin ikki megnaði?

- Tað er ikki upp til mín at siga nakað um gomlu nevndina, men eftir míni meting er nýggja nevndin sett saman av góðum og kompetentum persónum, sum hava neyðugu førleikarnar innan ymisk lið í fiskivinnuni: Skipaflota, tekniska leiðslu, matvøruframleiðslu, kt- og fíggjarstýring og marknaðar- og strategisk viðurskifti, sigur Richard Mortensen.

Víðari sigur nýggi nevndarformaðurin, at nevndin fer at hyggja eftir bæði inntøku- og útreiðslusíðuni í royndini at fáa raksturin aftur á rætta kós.

- Vit fara at venda øllum steinum fyri at tryggja eina varandi loysn; eisini viðvíkjandi rakstrinum.

Spurdur um hetta verður sum sjálvstøðug fyritøka, ella roknast kann við, at royndir verða gjørdar at selja fyritøkuna, sigur Richard Mortensen.

- Fyritøkan kemur at koyra víðari frameftir sum sjálvstøðug fyritøka.

 

 

Tøl

 

Tað eru fýra ár síðani Fiskavirking gav avlop. Í 2003 var hetta avlopið 2,345 mió. krónur.

Tølini fyri seinastu árini síggja soleiðis út í mió. kr:

2004 -15,79

2005 -7,98

2006 -10,86

2007 -17,0 (mett tal)

Í alt 51,6 mió.

 

Viðmerkjast skal, at ársroknskapurin fyri 2007 enn ikki almannakunngjørdur, men hallið verður mett til á leið 17 mió. krónur. Hetta merkir sostatt, at tey seinastu fýra árini hava givið eitt halld, sum liggur omanfyri hálvthundrað mió. krónur.

 

 

 

Nýggj nevnd:

Richard Mortensen, formaður, Frithleif Olsen, Jónvein Knudsen, Eyðun Olsen og Leif Abrahamsen

 

Frákoyrd nevnd:

Tummas Kristoffersen, formaður, Óli Hansen, Árni Dam, Gestur Geirson og Ivan Lopez

 

Brot úr tíðindaskrivi hjá Faroe Seafood:

 

Fíggjarliga støðan hjá Faroe Seafood hevur ikki verið góð seianstu tíðina. Rakstrarhall seinastu árini saman við stóru íløgunum í skip bera í sær, at skuldin í Faroe Seafood er nógv økt. Samlaða skuldin er nú 560 milliónir krónur.

Nýggja nevndin sigur, at hon fer nú at planleggja framtíðina saman við leiðsluni, so Faroe Seafood aftur kann gersta ein lønandi fyritøka.

Høvuðspartaeigararnir í Faroe Seafood eru: (í prosentum) Notio Seafood 29, Framtak 27, TransFarex 24, Traustfang 14, SP/F 29.03.2006 5, leiðandi starsfólk 5, Vinnan 2.