Rakettir úr Libanon rakt Ísrael

Fleiri rakettir, sum komu úr Libanon, raktu í nátt norðara part av Ísrael. Sambært teimum ísraelsku myndugleikunum fingu tveir bygningar skaða av rakettunum, men fólkaskaði var eingin.

Ísraelska herleiðslan sigur, at herurin svaraði rakettálopinum. Herleiðslan sigur, at hetta er fyrstu ferð í fleiri mánaðir, at raketir eru skotnar úr Libanon inn í Ísrael.

Fyri fimm árum síðani var eitt stutt kríggj ímillum ísraelskar herdeildir og Hizbollah-rørsluna, sum fær stuðul og vápn úr Iran.