Rakettir eftir ísraelskum ferðamannaflogfari

Rakettirnar raktu ikki, men ein sjálvmorðsbumbabumba drap ellivu fólk á einum ísraelskum hotelli í Mombasa í Kenya, teirra millum tey trý sjálvmorðsbumbufólkini.

Afrikanska landið Kenya kom aftur á heimskortið hjá altjóða yvirgangi gjáramorgunin. Fyrst frættist, at ein bumba var bostin á einum hotelli í býnum Mombasa, og løtu seinni frættist, at eitt ísraelskt ferðamannaflogfar var sloppið undan tveimum rakettum, sum onkur hevði skotið eftir tí, júst sum tað fór á flog úr floghavnini í Mombasa.

Álopið á hotellið var uttan iva væl lagt til rættis. Beint undan bumbubrestinum vóru 140 ísraelsk ferðafólk komin á hotellið, og tey vóru í ferð við at skriva seg inn, tá ein bilur brádliga koyrdi inn ímóti hotellinum. Stutt eftir brast bumban, og sambært kenyansku myndugleikunum doyðu ellivu fólk. Trý teirra vóru sjálvmorðsbumbumenn, sum høvdu sprongt bumbuna. Hini vóru tvey ísraelsk børn og seks kenyanar.


Illgruni um al-Qaeda

Ísraelsku ferðafólkini vóru komin til Mombasa við einum leiguflogfari hjá ísraelska flogfelagnum Arkia. Flogfarið skuldi júst fara aftur til Ísraels við 261 ferðafólkum, tá onkur skeyt tvær rakettir eftir tí. Rakettirnar raktu kortini ikki.

Ísraelska flogfelagið El Al kunngjørdi stutt eftir tilburðin, at tað hevði gjørt av at avlýsa allar sínar rutur úr útlondum til Ísraels.

Ísraelskir diplomatar søgdu í gjár við tíðindastovuna Reuters, at tað var uttan iva al-Qaeda, sum skipaði fyri álopunum í Kenya. Tá amerikansku sendistovurnar í Kenya og Tanzania vórðu sprongdar í luftina í 1998, vildu amerikanarar eisini vera við, at al-Qaeda hevði lagt bumburnar har.