Um vikuskiftið fara Rakel Helmsdal, Jákup Veyhe og Kinna Poulsen at signera teirra nýggju útgávur í Gamla bókhandli. Nú tað stundar til jóla, bjóðar Gamli bókhandil til útgávusigneringar í bókhandlinum um vikuskiftið. Byrjað verður leygardagin klokkan 16.00, tá Rakel Helmsdal fer at signera sínu nýggju barnabók, ?Veturin hjá Undu?. ?Veturin hjá Undu? er onnur bókin í røðini Úr Mosakulluni. Tann fyrra, ?Várferðin til brúnna?, hevur júst ognað henni eina innstillan til Norðurlendsku Barnabókavirðislønina hjá Útnorðurráðnum. Í samband við signeringina fer Rakel Helmsdal at lesa upp úr ?Veturin hjá Undu?.
Henni á baki kemur Jákup Veyhe, sum fer at signera undirhaldssukseina, ?Meðan vit liggja við Kaj?, ið nú er at fáa á dvd. Jákup Veyhe fer at signera í bókhandlinum klokkan 17.00 í morgin.
Sunnudagin klokkan 16.00 fer Kinna Poulsen at signera listabók sína ?Steffan Danielsen?.
Bókhandilin bjóðar kaffi og køkur í samband við signeringarnar um vikuskiftið.