Rakel Helmsdal fernisering í Gallarí Havnará

Í dag klokkan 16 hevur Rakel Helmsdal fernisering í Gallarí Havnará

Rakel Helmsdal er mest kend sum høvundur, men hevur seinastu árini flutt sín kærleika til at siga søgur víðari út um orðini, gjøgnum figurteatur yvir í myndlistina. Myndaheimur hennara er eins fullur í søgum, sum tekstirnir, men í myndunum er tað upp til áskoðaran at velja orðini og siga søguna, sum løgd í myndirnar.

 

Rakel granskar markið millum dreym og veruleika, tær myndir og søgur sum uppstanda, ta løtuna tú ivast í um tú droymir ella ert vakin, tað løgna og hugtakandi í óvissuni.

 

Í hesi framsýningini er tað liturin blátt, sum dominerar, og tí hevur framsýningin fingið heitið «Handanhav», eftir týðindini av orðinum ultramarin = handanhavsblátt. Júst í havsbrúnni, har tað bláa havið møtir bláa himmalinum er sum eitt av mørkunum har dreymur møtir veruleika. 

 

Verkini eru cyanotypiprent og skulpturell list.

 

Í dag 10. november er opið frá kl. 16 til 18.  Kristian Blak og Sharon Weiss spæla havtónleik til ferniseringina.

 

##med2##