Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og kavaælingur. Hitin millum eitt og fýra stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri og kavaælingur. Hitin millum frostmarkið og trý stig.
Mánadagin verður lot av útnyrðingi og vestri og yvirhøvur turt, men týsdagin veksur hann vindin upp í storm av landsynningi og regn. Tað verður eitt sindur lýggari í veðrinum.
Fríggjamorgunin fór eitt djúpt lagtrýst, 979 hPa. eystanfyri Hvarvið í ein landnyrðing og brúgvalagið haðani kemur móti Føroyum. Leygardagin kemur brúgvalagið yvir Íslandi hendavegin.










