Herfyri var greinin ”Visualisation of the wake behind fish farming sea cages” givin út í vísundatíðarritinum Journal of Aquaculture Engineering. Greinin lýsir ein hátt til at gera streymmátingar av rákinum í kjalarvørrinum av aliringum, og hvssu hesi úrslit kunnu framsetast, soleiðis at sammetingar kunnu gerast við úrslit frá teldumodellum.
Tað er Heini Winthereig Rasmussen, sum hevur skrivað greinina saman við Øystein Patursson og Knud Simonsen.
Fiskaaling veit at siga, at umhvørvisviðurskifti á aliøkjum hava veksandi áhuga, og ein týdningarmikil liður í hesum er at skilja, hvussu rákið er í og rundan um aliringarnar.
- Hetta hevur ávirkan á fleiri týðandi viðurskifti, eitt nú súrevnisføðing og spjaðing av skarni, men eisini, hvussu sníkar sum t.d. laksalús, verða fluttir millum ringar av rákinum.
Seinastu 10 árini eru fleiri teldumyndlar mentir til at simulera hetta rákið, men trupult hevur verið at staðfest, hvussu neyvir teir eru, tí higartil hava næstan bert verið úrslit frá brunnroyndum at samanbera við og lítið av mátingum frá alibrúkum í fullari stødd.
- Í greinini verður greitt frá streymmátingum, sum vórðu gjørdar við alibrúkið á Gulanum í Nólsoyarfirði. Mátingarnar vórðu gjørdar frá báti, ið sigldi tvørs av rákinum við ymiskum fjarstøðum frá aliringunum, samstundist sum aðrir mátarar stóðu á botni og mátaðu.
Lagt verður aftrat, at tólini, sum brúkt vórðu, mátaðu streymin í løgum ígjøgnum alt dýpið. Á Gulanum er hampuliga máttmikið sjóvarfalsrák, og tískil broyttist rákið fyri hvønn túr, sum siglt varð tvørs av rákinum.
- Greinin lýsir eitt boð uppá, hvussu slíkar mátingar kunnu setast saman til eina heildarmynd av rákinum, og ávirkanin av alinótunum kann isolerast burturúr.
Fiskaaling sigur, at næsta stigið í verkætlanini, sum er fíggjað av Granskingarráðnum og Fiskaaling, er at brúka nýggju dáturnar til at góðskutryggja ein nýggjan myndil til at simulera rákið í og kring aliringar, og hesin myndil verður mentur á Fiskaalig.