Rak fyri vág og vind ein heilan dag

Skip, sum Skipafelagið hevði leigað, fekk maskinbrek mitt í Norðsjónum og rak fyri vág og vind ein heilan dag

Ongin vandi var á ferð, men eitt sindur av fiski fór fyri skeytið tá ið farmaskip, sum Skipafelagið hevði leigað fekk maskinskaða mitt í Norðsjónum.

Blikur hevur verið til umvælingar og tað tók eitt sindur longri enn ætlað.Skipafelagið hevði leigað eitt skip úr Noregi at sigla fisk úr Føroyum niður á meginlandið.

Ferðin til Scrabster gekk væl, har tað allarmesta av fiskinum varð lossað.

Blikur var liðugur, tað var hildið at vera meiri møði enn føði at fáa tað, sum eftir var í norska skipinum, umborð á Blik.

Tí valdi skipafelagið heldur at lata norska skipið fara til Hirtsals við tí, sum eftir var í lastini.

Men tað skuldi tey ongantíð havt gjørt.

Tí mitt í norðsjónum fekk skipið maskinskaða og misti alla maskinorkuna.

Skipið rak fyri vág og vind eina heilan dag, áðrenn hjálp kom til og sleipaði tað til Aberdden.

Har var brekið umvælt, og skipið er nú á veg til Føroyar aftur við tí, sum var í lastini.

Tá ið skipið er komið fram, verður kannað eftir, hvussu nógv av lastini hevur fingið skaða.


Eitt sindur fyri skeyti

Árni Joensen á Skipafelagnum, sigur, at sumt av tí, sum var í lastini, tá ið skipið fekk brekið, hevur fingið skaða.

? Men tíbetur var tað allarmesta lagt upp í Scrabster.

Men tá ið skipið lá við ongari maskinkraft, fór tað at rulla illa og tað, sum var í lastini, fór at rósa.

Ikki minst gjørdi nøkur kør av slógvi um seg.

Annars var eitt sindur av saltfiski í lastini, og tað er komið uppá sumt av tí av slógvi og tað skal helst vaskast av aftur. Men fiskurin er helst ikki farin fyri skeyti.

Eitt sindur av feskum var eisini í lastini og hann er helst farin fyri skeytið.

Árni Joensen sigur, at skaðin sum heild var avmarkaður, hóast hetta er eitt keðiligt óhapp fyri tey, sum tað rakar.

Tó rindar tryggingin fyri skaðan, leggur hann afturat.