Rak eina viku á havinum

Tann 23 ára gamli indonesarin Rizal Sapura fór til havs við flóðalduni annan jóladag. Átta dagar seinni bleiv hann bjargaður

Mánadagin varnaðist ein av manningini á einum malaysiskum farmaskipi ein mann, sum stóð á einum træi 100 fjórðingar úti í Indiska Havinum. Tað vísti seg, at maðurin hevði sitið á trænum í átta samdøgur.
Tann 23 ára gamli Rizal Sapura, sum er úr indonesiska landspartinum Aceh, greiddi sínum bjargingarmonnum frá, at hann fór til havs við flóðalduni annan jóladag. Tað eydnaðist honum at fáa fatur á einum træi, sum flóðaldan hevði rykt upp við rót, og har hevði hann so sitið átta dagar og átta nætur. Til alla lukku vóru fleiri greinar á trænum, og tí hevði hann av og á ligið og hvílt seg.
Malaysiska farmaskipið, sum var á veg úr Suðurafrika til Malaysia, fór til lands við Rizal Sapura, sum alt fyri eitt varð fluttur á sjúkrahús. Hann var sum vera man útlúgvaður, men hevði tað eftir umstøðunum gott, sjálvt um hann ikki hevði fingið bitan í átta dagar.
Seinasta fríggjadag bleiv ein indonesisk kvinna funnin flótandi á einum træi úti í Indiska Havinum.