Hin 6. november klokkan 09.45 fann Hans Eli Sivertsen fløskupostin, sum sæst á viðheftu mynd, á Leynasandi. Tað veit heimasíðan - jenskjeld@info - at siga.
Curt Chambers úr Brig Bay hevur skrivað brævið í fløskupostinum, sum eisini hevur kastað hann í havið av fiskiskipi á Labrador-og Ný Foundlandsleiðini um miðjan juli í ár.
Tað hevur tikið fløskupostinum umleið fýra mánaðir at ferðast teir umleið 3100 kilometrarnar úr Ný Foundlandi og Labrador og heim til Leynar, har hann rak upp á sandin.
Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen - Jenskjeld@info - verður sagt, at plastikfløskur sum hesar flóta lætt í sjónum, og tí er væntandi, at eisini vindurin hevur gjørt sítt til at flyta fløskupostin á longu leiðini.
|









