Ragnar Olsen hevur gott mót

Fríggjadagin var móttøka í hølunum hjá P/F Beta í Saltangará í samband við, at Ragnar Olsen hevur tikið við sum stjóri í felagnum eftir pápan, Olaf Olsen. Við stjórastarvinum fylgir eisini starvið sum virkandi reiðari í felagnum

Stjóraskifti

Hóast Olaf Olsen nú ikki longur er stjóri í Beta, er hann framvegis virkin á skrivstovu felagsins. Olaf er eisini stjóri í landingarmiðstøðini, Kongshavn, sum Beta eigur allan partapeningin í. Nevndarformaður í landingarmiðstøðini er Ragnar Olsen.
Tað er eitt ognarfelag, sum eigur allan partapeningin í Beta, og hetta ognarfelag er systurfelag til Skipafelag Føroya.
Í nevndini í ognarfelagnum sita Líggjas í Bø, sum er formaður, Hans Andrias Dam og Julianna Klett, sum er advokatur.Tað er nevndin, ið hevur sett Ragnar Olsen sum stjóra í Beta.
Meira enn 150 fólk vóru til móttøkuna fríggjadagin, og tey fingu pinnamat, kaffi og juice.
Ragnar Olsen sigur seg vera ovfarnan av, at so nógv fólk komu til móttøkuna, sum ikki varð fráboðað fyrr enn dagin fyri.
- Eg hevði ikki væntað so nógv fólk. Her vóru vinir og kenningar, umboð fyri vinnuna, keyparar og seljarar, viðskiftafólk og umboð fyri fíggingarstovnar.
Nýggi stjórin í Beta, sum í fleiri ár starvaðist í Føroya Banka, sigur seg vera ógvuliga spentan uppá hesa avbjóðing.
- Eg havi verið í starvi hjá felagnum í skjótt tvey ár, men virksemið hjá felagnum hevur verið ein partur av okkara lívi. Hetta hevur givið mær høvi at fylgt við, og áhugin fyri virkseminum hjá felagnum hevur verið stórur.
Ragnar leggur dent á, at hetta starvið tískil ikki er fremmant fyri honum.
Hann væntar, at pápin, Olaf, sum í so mong ár hevur fingist við reiðaravirksemi, verður honum ein hollur stuðul í byrjanini.
- Hóast hann er væl fyri, er Olaf ikki blaðungur maður longur. Næstu ferð, hann fyllir, verður hann 70, men tað verður so ikki fyrr enn í apríl mánaða komandi ár, leggur Ragnar aftrat.

Gott mót

Nýggi stjórin í Beta vónar, at árið í ár verður heldur frægari fíggjarliga, enn árið í fjør var.
- Skiparaksturin og landingarmiðstøðin høvdu eitt samlað hall í fjør sum var um 4 miljónir krónur.
Spurdur, um hetta er at liva við í eitt ella tvey ár, sigur Ragnar:
- Tað er, sum man tekur tað. Vit fara ikki av knóranum, hóast úrslitið í fjør ikki var nøktandi, men hetta forpurrar okkara framtíðarætlanir. Hetta ger, at vit eru ikki líka væl fyri til eitt nú at skifta okkara gomlu skip út við nýggj.
Ragnar heldur tað ikki vera haldbart í longdini, at tey gomlu skipini ikki verða skift út við betri skip.
- Vit hava nú nakrar manningar, sum sigla við nýggjum skipum og nakrar, sum sigla við gomlum skipum. Tað vísir seg, at tey gomlu skipini ganga heldur verri, sum árini ganga. Eitt er, at skipini eldast. Annað er so, hvørja ávirkan tað hevur, at nakrar manningar eru umborð á nýggjum skipum og nakrar eru umborð á teimum gomlu.
Ragnar vísir á, at umsetningurin hjá felagnum minkaði í úr 78 miljónum í 2002 niður í 50 miljónir í 2003, hóast fiskanøgdin var á leið tann sama bæði árini.
- Prísirnir á upsa, sum skipini serliga fiska, hava verið í botni, og eru tað enn. Men tað eru ávís viðurskifti sum benda á, at vit fáa eina uppgongd í prísunum til heystar.
Hann vísir á, at upsaprísirnir framvegis eru ógvuliga lágir, men teir eru ikki lækkaðir uppaftur meira, eins og vit síggja tað við prísunum á teimum dýraru fiskasløgunum.
- Nøgdirnar eru nakað minni í ár enn somu mánaðir í fjør, og tí er eingin vend í gongdini at síggja beint nú, men vónirnar eru har, sigur hann.
Nýggi stjórin sigur seg ikki rokna við, at hallið hjá felagnum verður størri í ár enn í fjør.
- Men sjálvsagt. Prísirnir á upsa eru alt avgerandi fyri raksturin, og soleingi vónir eru um prísøking, hava vit eisini betri vónir fyri árið í ár, enn úrslitið var í fjør, sigur Ragnar Olsen.

Tøl og hagtøl

Heilt síðan sonevndu Kuba-trolararnir vórðu umbygdir og fóru í vinnu fyri 25 árum síðan, hevur reiðaríið goymt alt taltilfari, sum hevur við skipini og raksturin hjá skipunum at gera.
Olaf Olsen hevur havt stóran áhuga fyri hesum taltilfari, og nú hann er farin frá sum stjóri í Beta, er hugsandi, at hann meira miðvíst fer at taka sær at hesum taltilfari.
- Tað munnu vera fá reiðaríir, sum hava havt 8 skip siglandi í 25 ár ? á somu leiðum og í sama fiskiskapi. Hetta gevur eitt ómetaliga stórt og áhugavert taltilfar, ið fevnir um allar tættir, sum hava við skipini at gera.
Ragnar heldur, at hetta tilfar óivað hevði verið áhugavert í granskingarhøpi.
- Her er talan um nógv skipað hagtøl og ein uppaftur størri part, sum enn ikki er skipaður í hagtøl, men framvegis liggja sum data yvir allar tættir, sum viðvíkja skipunum. Tað veri seg veiða, fiskasløg og prísir.
Hann heldur, at tað saktans ber til at fara heilt niður í smálutirnar við hesum tilfari, soleiðis at eitt nú kann staðfestast við hagtølum, hvønn proviant manningin hevur etið hesi 25 árini, skipini hava verið í vinnu. Eitt annað er oljunýtslan, menningin við elektroniskum tólum ? ella, hvat tað nú kann vera.
- Eg vil siga, at møguleikarnir at brúka hesi data næstan eru óavmarkaðir, um tølini verða skipaði.
Ragnar sigur, at sum tøknin hevur ment seg, hevur felagið ein størri og størri part av hesum tølum liggjandi á elektroniskum skipanum.
- Eg vænti, at Olaf fer at leggja seg eftir at gera uppaftur meira burtur hesum tølum, sum felagið eigur, sigur Ragnar Olsen at enda.