Í morgin klokkan 9 verður fundur í Løgtingsins rættarnevnd, har bara tunnilsmál eru á skránni.
Tey fimm málini um undirstjóvartunnil undir Tangafirði og Skálafirði eru hesi:
Løgtingsmál nr. 3/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Løgtingsmál nr. 4/2013: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagið at gera, fíggja og reka tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð
Løgtingsmál nr. 5/2013: Uppskot til løgtingslóg um at byggja, fíggja og reka undirsjóvartunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð
Løgtingsmál nr. 6/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy
Løgtingsmál nr. 8/2013: Uppskot til samtyktar um Tunnilsfelag Føroya
Rættarnevndin hevur eisini boðið ymsum fólkum á fund. Og tann skráin sær soleiðis út:
Kl 9.15 Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum saman við Landsverk
Kl. 9.45 Kommunusamskipan Føroya
Kl. 10.05 Føroya komunnufelag
Kl. 10.30 Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kl. 11.00 Felagið Peningarstovnar
Kl. 11.20 Føroya Verkfrøðingafelag
Kl. 11.40 Umboð fyri Articon
Efti steðg á middegi kemur Palli Gregoriussen, arkitektur, á fund við rættarnevndina. Hann hevur eitt uppskot um eina alternativa verkætlan LES HER.
Frank Hansen, sum hevur gjørt eina aðra alternativa verkætlan LES HER er ikki boðin við á fundin.
Á in.fo ber til at siga sína hugsan um tunnilsmálið. Yvir 10.000 hava atkvøtt, tú kanst eisini siga tína hugsan, TRÝST HER