Sjónleikarin Alec Baldwin fekk eina lødda skambyrsu frá einum hjálparleikstjóra, óvitandi um, at skambyrsan var lødd og kundi drepa.
Stutt eftir skeyt og drap Alec Baldwin 42 ára gomlu filmsupptøkukvinnuna Halyna Hutchins við einum skoti í bróstið umleið klokkan 13:50 lokala tíð.
Tað vísa rættarskjøl sambært tíðindastovuni AP.
Hjálparleikstjórin visti heldur ikki, at skambyrsan var lødd sambært einum rannsóknarskrivi, sum var latið einum dómstóli í Santa Fe.
Hann skuldi sambært tíðindastovuni Reuters hava sagt »kalt vápn«, tá hann gav Baldwin skambyrsuna. Tað er ein talumáti, tey í filmsvinnuni kalla eitt vápn, sum ikki er løtt.
Tað sæst í skjølum, at Joel Souza, sum stóð aftan fyri Hutchins, varð raktur í økslina av sama skoti. Hendingin fór fram inni í einum bygningi sambært tíðindastovuni Reuters.
Souza er viðgjørdur á sjúkrahúsi og útskrivaður í gjár.
Rannsóknarloyvið varð í gjár góðkent av einum lokalum dómara, so kanningarfólk frá løgregluni kundu finna fram neyðuga próvtilfarið á staðnum í New Mexico, har tilburðurin fór fram.
Kanningarfólkini hava millum annað áhuga fyri blóðblettaðu klæðunum, sum Baldwin var í undir upptøkuni, og skambyrsuni, skrivar AP.
Kanningarfólkini vilja eisini leggja hald á aðrar rekvisittir og lóður, sum varð brúkt undir upptøkunum av westernfilminum »Rust«, har Alec Baldwin hevur høvuðsleiklutin.
Áður fríggjadagin segði Baldwin talan vera um eina »tragiska vanlukku«. Eftir skottilburðin gav sjónleikarin frágreiðing á skrivstovuni hjá sheriffinum á staðnum.
Tað er ógreitt í skjølunum, hvussu mong skot vórðu latin av. Sambært einum fakfelag í Hollywood var talan um eitt einkult skarpt skot.
Eingin er skuldsettur í málinum, og Baldwin hevur loyvi at ferðast.
– Hann er ein frælsur maður, segði talsmaður hjá sheriffinum sambært tíðindastouvni AP.
Kanningararbeiðið hjá løgregluni heldur fram.
/ritzau/