Miðskeiðis í januar verður ráðstevna um burðardyggar mentanarupplivingar í Norðurlandahúsinum, og nlh.fo sigur m.a. soeiðis um ráðstevnuna:
Grøna skiftið átti at verið lættari fyri mentanarstovnar. Tí bjóðar Norðurlandahúsið í Føroyum áhugaðum til ráðstevnu, har arbeiðið við at gera eitt grønt vegakort til burðardyggar mentanarupplivingar í Norðurlondum verður lagt fram, umrøtt og ment.
Grøna vegakortið yvir mentanarupplivingar í Norðurlondum er partur av Sustainable living hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum verður eitt amboð í arbeiðinum at menna grøna skiftið hjá mentanarstovnum í Norðurlondum og fer tað at gera tað lættari hjá mentanarstovnum at fara í holt við grøna skiftið.
List- og mentanargeiranum í Norðurlondum vantar stuðulsskipanir, leiðreglur og amboð til eitt skynsamt skifti til eina grønari mentanaruppliving.
Vegakortið eyðmerkir og tekur burtur forðingarnar fyri neyðugum átøkum, tað eggjar til broyting, mennir nýggjar mannagongdir og hjálpir við at flyta vitan í verk.
Ráðstevnan bjóðar innlit og vitanardeiling um burðardygga mentan. Meira sæst á nlh.fo.