Ein nýggj meiningakanning í Íslandi vísir, at hevði forsetaval verið har nú, hevði Ísland aftur fingið eina kvinnu til forseta.
Kanningin, sum lærdi háskúlin í Reykjavík hevur gjørt, vísir, at Þóra Arnórsdóttir hevði fingið 46,2 prosent av atkvøðunum, og at verandi forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, hevði fingið 37,8 prosent. Á triðja plássi er Ari Trausti Guðmundsson við 8,9 prosentum.
8,5 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tikið støðu til, hvønn tey fara at velja.
Upprunaliga stillaðu átta fólk upp til forsetavalið, men eitt av valevnunum hevur nú tikið seg aftur.










