Soleiðis var eisini í Havn hóskvøldið í farnu viku, tá limir í Føroya Ellisakførum settu hvørjum øðrum stevnu á bilfyritøkuni Bilrøkt í Stiðjagøtu. Umframt limir úr Føroya Ellisakførum vóru eisini limir í danska vetaranbilklubbinum “BMW Klub 367”, sum vitjaðu her við sínum ellisakførum.
Kvøldið byrjaði við eini hugnaløtu hjá Bilrøkt, har ellisakførini vóru sýnd fram afturvið einum kaffimunni, og síðan varð koyrt raðkoyring gjøgnum býin. Eftir tað steðgaðu bilarnir í Vágsbotni við uttandura restaurantina hjá Hvonn, har teir vórðu sýndir fram. Stórur áhugi var fyri bilunum, og nógv fólk støðgaðu á fyri at hyggja og fáa eitt bilprát við eigararnar.










