Sjálvt um Umhvørvisstovan er skerd á fíggjarlógini, fær stovnurin fleiri pengar at arbeiða við. Og verðurlagsbroytingar verða raðfestar ovast Heilt frá tí at tað varð avgjørt, at Annika Olsen skuldi gerast innlendismálaráðharri, hevur hon ikki dult fyri, at hon ætlaði at gera nógv burtur úr umhvørvistrupulleikanum.
Kortini varð játtanin til Umhvørvisstovuna skerd við tað, at Náttúrugripasavnið varð liðað frá, og játtanin, sum fylgdi við, var hin sama áleið, sum stovnurin hevði við sær inn.
- Tað er sjálvandi harmiligt, at játtanin er skerd, men við tveimum nýggjum kunngerðum, onnur um umhvørvisgóðkenning og hin um matrikulering, verður mett, at inntøkurnar hjá Umhvørvisstovuni verða 1,5 milliónir hægri enn í síðsta ár, og harvið fær Umhvørvisstovan eina reella meirinntøku upp á 870.000 krónur, sigur Annika Olsen.
Umhvørvisstovan arbeiðir við fleiri ymiskum uppskotum um betran av orkupolitikkinum, og millum annað er ein byggireglugerð á veg sum miðar ímóti, at bjálving og onnur orkusparandi tiltøk eiga at takast við í lands byggisamtyktina.
Men tað allar mest týdningarmikla at raðfesta, eru verðurlagsbroytingarnar, sum verða tiknar upp á ráðstevnuni í Danmark í desember í ár.
Tað raðfesta vit sum nummar eitt, og tað er tað, sum vit í fyrstu atløgu arbeiða fyri, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.