Raðfesta olju høgt

-Eg eri samdur við løgmann, at oljan sum málsøki eigur at uppprioriterast, og at vit úteftir geva tað signal, at vit raðfesta oljuna sum mál sera høgt sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins til avgerðina hjá landsstýrinum at stovnseta eitt nýtt aðalstýri.

Hann heldur oljuvinnuna vera so serstaka, at hon eigur at verða óheft av øðrum. Men um hetta skal vera í einum nýggjum aðalstýri ella undir aðrari skipan hevur hann ikki nakra viðmerking til. Hann staðfestir bert, at tað er ynskið hjá landsstýrinum at fáa eitt nýtt stýri.

Hann vísir tó á, at javnaðarflokkurin hevur ongantíð verið heitur fyri skipanini við aðalstýrum. Longu í 1996 ávaraði javnaðarflokkurin harðliga móti tí nýggja bygnaðinum, tí hann kom at kosta okkum alt ov nógv. Og trupulleikin í dag er tann, at vit hava fingið eina nógv dýrari umsiting, men sum ikki virkar betri.

-Við hesi avgerðini má fólkaflokkurin gera sær greitt, at hann við avgerðini at stovna enn eitt stýri er medvirkandi til at dýrka almenna umsiting.

Jóannes Eidesgaard heldur annars, at vit áttu at kannað, um ikki nýggja oljumálastýrið kann liggja í Suðuroynni.